Frakland biður um fund í ST-trygdarráðnum

- Ísraelsku atgerðirnar í Libanon kunnu vera í stríð við fólkarættin, sigur norski uttanríkisráðharrin

Frakland hevur nú biðið um fund í ST-trygdarráðnum um støðuna í Libanon.

 

Tað sigur uttanríkisráðið í landinum sambært tíðindastovuni, AFP.

 

Fyrr í dag boðaði Ísrael frá, at landið fer at herða álopini á Libanon.

 

Ísraelski herurin sigur seg hava tikið seg framvið hernaðarliga týdningarmiklu Litani-ánni.

 

Norski uttanríkisráðharrin sigur við NRK, at støðan í Libanon er álvarslig.

 

- Ísraelsku atgerðirnar í landinum kunnu vera í stríð við fólkarættin, leggur norski uttanríkisráðharrin aftrat.