Tað sigur fyrrverandi formaðurin og stovnarin av Framsókn, Poul Michelsen, í samrøðu við Sosialin í sambandi við, at Sólvit Nolsø hevur valt at leggja frá sær sum tingmaður.
– Fyri mítt viðkomandi er tað sera gott, at Sólvit Nolsø meldar so greitt út. Tí Framsókn má tilpassa seg til ta stevnu, sum flokkurin varð stovnaður uppá: Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi, sigur Poul Michelsen við Sosialin.
Hann heldur, at tann, sum ikki hevur tað, hann kann tað sama fara upp í aðrar flokkar.
– Vit høvdu nakað serstakt við Framsókn, og eg haldi, at tað er gott, at flokkurin fer inn kósina aftur.
Poul Michelsen heldur, at tey hava vent tí á høvdið, tá tey siga, at tað er tann, sum stillar upp, sum hevur rættin av velja.
– So spyrji eg, sleppur ein tjóðveldismaður at stilla upp fyri Sambandsflokkin? Altso um tú hevur tínar persónligu meiningar um mál, so gevur tað jú onga meining, sigur Poul Michelsen.
Tað gav ikki sørt av órógv, tá tveir tinglimir í Framsókn, Hanna Jensen og Sólvit Nolsø, atkvøddu ímóti uppskotinum hjá teirra egna landsstýrismanni um fosturtøku. Eitt mál, sum er partur av stevnuni hjá Framsókn, um tað persónliga frælsi.
Tað er í kjalarvørrinum av hesum málinum, at vegirnir hjá Framsókn og Sólvit Nolsø skiljast.
– Eg haldi, at tað er rætt, sum Sólvit Nolsø nú hevur gjørt. Hann er ein fínur politikari, dugir væl at orða seg og hevur verið absolutt nakað, sum eg haldi, at føroyskur politikkur gott kann liva við og kanska meira enn tað, sigur Poul Michelsen.
– Hann er siðiligur og trúverdigur og tiltalandi persónur, men altso, tað nyttar so litið, um tú ikki trýrt upp á tað, sum flokkurin stendur fyri, sigur Poul Michelsen millum annað í samrøðuni við Sosialin.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo