Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av 07 Vestur. Hetta er triðja ferðin á rað, at víkingarnir eru partur av javnleiki. Tvær tær undanfarnu ferðirnar vóru úrslitini málleysur javnleikur á Skála og 2-2 ímóti B68 í Sarpugerði.
Í kvøld vóru bæði Jákup Johansen og Jørgen Nielsen í fremstu røð hjá heimaliðnum, meðan Aron Benjaminsen var í høgra borði, og Kaj Leo í Bartalsstovu var í vinstru.
Tølini siga, at heimaliðið var meiri í álopi, tí Víkingur vann 12 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann eitt hornaspark.
Víkingur spældi seg til fleiri heilt góðar málmøguleikar, og eitt nú Jørgen Nielsen og Aron Benjamonsen eiga at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin framvið Sebastian Wille, sum var bæði stinnur og heppin millum stólparnar hjá 07 Vestur.
Hóast víkingarnir vóru meiri á bóltinum, og hóast teir vóru væl meiri í álopsstøðu enn gestirnir í Sarpugerði, so var 07 Vestur ongantíð av álvara niðurspælt.
Gestirnir úr Vágum dugdu í løtum væl at varðveita bóltin, og sum oftast megnaðu teir at spæla seg úr fyrsta trýstinum, og tað var sjáldan, at teir royndu seg við longum sendingum.
Edvin Jakobsen gekk undan í samanspælinum, og Jonathan Flensborg var onkra ferðina í góðari álopsstøðu, eftir at hann varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin. Hann avloysti Dávid Høgnason Viderø, sum fyrr í vár varð leigaður úr B36, og sum í kvøld fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu.
Víkingur er á sætta plássi við 10 stigum, og 07 Vestur er á áttanda plássi við sjey stigum. Sunnudagin fær 07 Vestur vitjan av B68, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.











