Sannlíkt verður tað Óli móti Jóhan í hálvfinalunum

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus hevur eisini vunnið seg í hálvfinalurnar

Óli Mittún og GOG móti Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg-Aarhus í hálvfinalunum í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tað er sannlíkt nú.

 

Í bólki 2 vunnu Jóhan og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á heimavølli 35-28 (18-15) á Bjerringbro-Silkeborg, har Jóhan stóð fyri fýra av málunum hjá heimaliðnum.

 

Aftaná fimm dystir er Skanderborg-Aarhus fremst í bólki 2 við níggju stigum. GOG endar næstfremst í bólki 1, har teir hava sjey stig.

 

Fær Skanderborg-Aarhus stig í seinasta dystinum í bólki, har teir fáa vitjan av Holstebro, so verður tað Óli móti Jóhan í hálvfinalunum, og tað kunnu vit bara gleða okkum til.