Landsrætturin í Grønlandi frídømdi í dag fyrrverandi landsstýrisformannin, Lars-Emil Johansen, í einum máli um svik.
Tað upplýsir grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Fyrrverandi kommunustjórin Lars Møller-Sørensen er eisini frídømdur í málinum.
Teir báðir ákærdu høvdu áður verið funnir sekir, tá málið varð viðgjørt í rættinum í Sermersooq í januar.
Her vórðu teir báðir dømdir seks mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.
Teit kærdu ta avgerðina og eru nú fríkendir.
Í Landsrættinum atkvøddu tveir dómarar fyri frídøming, meðan ein dómari atkvøddi ímóti, skrivar Sermitsiaq.
Lars-Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen vórðu ákærdir fyri at hava gjørt eina avtalu, sum førdi til, at tilsamans 730.000 krónur vórðu goldnar fyrrverandi stjórnarleiðaranum í eitt tvey ára tíðarskeið frá 2019 til 2021.
Upphæddin varð goldin Lars-Emil Johansen fyri ráðgevaraarbeiði, men sambært ákæruritinum varð arbeiðið ongantíð framt.
Av hesum fekk grønlendska kommunan Kommuneqarfik Sermersooq eitt tap.
/Ritzau/