Gera ábøtur á rulluportur

- Væntast kann, at nakað av seyði verður í bygdini, meðan arbeiðið verður gjørt, men seyðurin verður koyrdur út aftur so skjótt, sum arbeiðið er liðugt

Í morgin, týsdagin 3. februar, verða ábøtur gjørdar á rulluportrið uppi á Grind á Eiði.

 

- Arbeiðið kemur at tarna ferðsluni nakað, og ferðslan verður leidd við síðuna av rulluportrinum, meðan arbeiðið er í gongd.

 

Soleiðis siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

- Væntast kann, at nakað av seyði kemur at verða í bygdini á Eiði hesar dagarnar, men seyðurin verður koyrdur út aftur so skjótt, sum arbeiðið er liðugt.

 

Á Eiði vænta tey, at arbeiðið við rulluportrið fer at taka einar tveir til tríggjar dagar.