Í dag er altjóða vátlendisdagur

Altjóða vátlendisdagur, sum verður hildin 2. februar á hvørjum ári, varpar ljós á týdningin av vátlendum og tørvin á at verja og endurbyggja hesi sermerktu øki

Vátlendi eru lívsneyðugar vistskipanir – eisini í Føroyum, tað skrivar Umhvørvisstovan.  

 

Í Føroyum hava vit fleiri vátlendisøki, so sum fjørur, mýrar, tjarnir, áir og vøtn. Vátlendi eru lívøki hjá nógvum plantu- og djórasløgum og kunnu hava stóran samfelagsligan týdning. Millum annað virka vátlendi sum vatngoymslur og nátúrlig reinsiverk, og vátlendi binda CO₂ – og tí eru tey eisini týdningarmikil í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. 

 

Umhvørvisstovan arbeiðir við at skráseta og veita vitan um náttúruøki, og hetta fatar eisini um vátlendi. Við nýggju náttúruverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2024, eru karmar lagdir fyri at betra um verjuna av náttúru okkara, har vátlendi eru eitt kjarnuøki.  

 

Umhvørvisstovan hevur saman við Tjóðsavninum, norskum ráðgevum frá NIBIO og Biofokus, gjørt skrásetingar av mýru. Hesar skrásetingar vórðu gjørdar í 2023, 2024 og 2025 í Streymoy, Sandoy og Vágum Skrásett eru bæði størri heil mýrulendi og meiri samansett mýrulendi, har turrari graslendi eisini sæst í støðum. Endamálið er at skráseta og allýsa mýrulendi í Føroyum.  

 

Umhvørvisstovan nýtir eisini fylgissveinamyndir til at eyðmerkja vátlendi, har endamálið er at kortleggja øll vátlendi í Føroyum. Tá greiningarnar av fylgissveinamyndunum eru lidnar og eftirkannaðar, verða økini tøk á Føroya Kort.