Fólkakirkjan skrivar í morgun, at lýst hevur verið eftir vikari at røkja sóknarprestatænastuna hjá Mariu J. Niclasen, dómprósti, fram til 31. juli 2026.
Tænastan hjá dómprósti, ið nemur Nólsoyar kirkju og Havnar kirkju, er hálv tíð.
Sum eina royndarverkætlan verður Gimmi Olsen eisini at røkja Sandoyar prestagjald í hálva tíð, saman við Havsteini Klein, sóknarpresti í Sandoyar prestagjaldi.
Tvær umsóknir vóru til kallið sum virkandi sóknarprestur.
Gimmi kemur at skipa tænastuna saman við sóknarprestunum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og Sandoyar prestagjaldi.










