Ein siglandi tjóð fingið sjóvinnusavn

Sjóvinnusavnið og mentanarhúsið Messan lat upp fyri almenninginum 11. januar. Stigtakararnir hava arbeitt við ætlanini í fleiri ár, og tað hevur ikki verið uttan snávingarsteinar, men nú er klárt at taka ímóti vitjandi á savninum í Sørvági

Hugskotið at gera sjóvinnusavn og mentanarhús byrjaði í 2013. Sjúrður Poulsen ferðist í Thyborøn, og har sá hann at træbátar blivu brúktir sum tekjur á matstovum, tónleikaskúlum og í øðrum hølum, tí hetta er ein góður mátið at varðveita træskip.

 

– Eg bleiv við at hugsa um hetta, vit eru ein siglandi tjóð, træskipini fækkast, í dag eru 14 eftir, um 2-3 ár eru færri, og brádliga eru eingi eftir, nú hava vit so varðveitt eitt á henda hátt.

 

##med2##

 

Sjúrður Poulsen er formaður í áhugafelagnum Messan, sum hevur arbeitt við at gera savnið til veruleika. Ætlanin var at savnið skuldi vera í Sandavági, tað bar ikki á mál og í 2018 bleiv verkætlanin flutt til Miðvágs. Eyðdis Hartmann Niclasen var borgarstjóri í Vága kommunu, og vísti verkætlanini vælvild, men trupulleikar við at fáa byggiloyvi og aðrar orsøkir gjørdu; at tey máttu gevast í Miðvági.

 

##med3##

 

Áhugabólkurin hevði fingið játtan frá fólkatinginum til at gera savnið, og tí mátti ein loysn finnast, skuldi verkætlanin ikki fara fyri bakka.

 

– Vit komu í tíðarneyð, vit høvdu fingið 10 milliónir játtaðar, sum máttu brúkast, ella mistu vit tær. Vit sóu at vit komu ikki víðari í Miðvági, fóru til Sørvágs at spyrja um tey vóru áhugað í hesari verkætlanini, og tey sóu beinanvegin møguleikar, sigur Kári Thorsteinsson, samskipari í felagnum.

 

Kommunan hevði ætlanir um at fylla økið við havnarlagið upp, Fólkatingið játtaði meira pening, og tá gekk kabalin upp.

 

##med4##

 

Á sumri 2024 var farið í gongd við at byggja, og tað hevur gingið skjótt og væl.

 

– Vit eru stoltir av, at eykarokningin er nærum einki, sigur Sjúrður Poulsen.

 

Bygningurin kostaði 10 milliónir at byggja, og tað kostaði 8 milliónir at fylla økið upp, men savnið hevði ongantíð blivið til veruleika, uttan mongu sjálvbodnu tímarnar sum vágafólk hava brúkt at reinsa skrokkin.

 

– Stóra arbeiðið var at reinsa hetta. Alt bleiv gjørt sjálvboðið, tað vísti seg at uppilagstir sjómenn vóru fúsir beinanvegin. Teir hava brúkt nógvar tímar, hava brekka og hálað, teir hava ísblást, og tað hevur riggað ordiliga væl at fáa tað í uppruna stand. Sjálvboðið arbeiði hevur alt at siga, vit hava fingið stuðul men virðið er nógv hægri, og vit hava einki lán.

 

##med5##

 

Báturin, sum nú er tak, bleiv bygdur í Rudkøbing í 1943. Báturin endaði á Tvøroyri í 1972. Á Tvøroyri bleiv hann keyptur og seldur fleiri ferðir, og í 2000 bleiv hann seldur til Fuglafjarðar og fekk navnið Tóra. Í 2001 bleiv hann aftur seldur og fekk navnið Marna. Í 2018 bleiv báturin koyrdur til Skálar til upphøggingar.

 

– Tá vit frættu, at ein bátur var komin til upphøggingar, skundaðu vit okkum inn har og spurdu um at fáa bátin. Maskinur, stýrihús og onnur virði blivu tikin burturúr bátinum, og síðani fingu vit bátin, róðrið, og skrúvuna vildu vit hava við.

 

Á Sjóvinnusavninum verður framsýning við modellbátun. Ætlanin er at fortelja søguna frá byrjan til dagin í dag, um árabátar og uppsjóvarskip. Í Vágum eru fleiri sum byggja modellskip, og savnið hevur tí fingið fleiri skip og aðrar lutir at vísa fram. Afturat lutunum vera eisini filmar vístir, sum lýsa skipasøgu.

 

##med6##

 

Ætlanin er at savnið skal hava dagligan leiðara, sum skal reka húsið, við café, framsýning, og ymiskum tiltøkum. Stigtakararnir síggja nógvar møguleikar í nýggja savninum. Ætlanin er at hava samstarv við ferðavinnuveitarar, tí umleið 30.000 fólk sigla til Mykines, og 10.000 fólk sigla við ribbátinum, tí eru tað nógv fólk sum kunnu koma framvið.

 

Pól Skarðenni hevur teknað Messuna

 

Pól Skarðenni listamálari, er útbúgvin verkfrøðingur. Hann hevur áður gjørt serstakar bygningar, hann hevur eitt nú gjørt regnskógin í djóragarðinum í Odense, leyvu- og tikarabýlið í Givskud djóragarðinum.

 

– Eg havi eisini gjørt ymiskt í djóragarðinum í Aalborg og Fårup sommerland, tí kenni eg eitt lítið sindur til tað at hugsa skeivt og uttanfyri kassan, sigur Pól Skarðenni.  

 

Tað sermerkta við bygninginum er at báturin Marna FD193 er partur av tekjuni, og restin av rúminum er eitt framhald av runda bátinum. Tí er bygningurin ein avlangur ringur, ein ellipsa, og litirnir eru heitir; brúnt, svart og grátt.

 

##med7##

 

Rúmini sum koma afturat runda høvuðsrúminum eru fýrakantað fyri at geva runda rúminum mótspæl.

 

– Hetta blívur meira runt, tá hitt er fýrakantað.

 

Glasrútar eru eftir allari síðuni, sum vendir ímóti sjónum, soleiðis at tað tykist sum báturin sveimar omanfyri rúmið. Loftið er betong, og liturin minnir um litin á skrokkinum.

 

– Tað hevði eisini týdning at loftið og yvirtromin gingu í eitt, soleiðis at tað tykist sum at báturin sveimar.

 

Stendur tú uttanfyri og hyggur inn á savnið, sært tú rusta jarn.

 

– Hugsanin við klædninginum er at tað sum er heitt innbjóðandi, kemur út frá bygninginum, og tað kalda er úti.

 

Klædningurin er viðlíkahaldsfríður.

 

– Beint tá tú kemur inn sært tú ikki skipið fyrr enn tú kemur longur inn, tað er eitt sovorðið wauw upplivilsi.

 

##med8##

 

Messan hevur eisini góða atkomu fyri tey við rørslutarni.

 

Tað hevur týdning at bygningurin er vakur, men tað eru lutirnir sum vera vístir fram, sum skulu vera í miðdeplinum. Framsýningin er skipað við modellbátum, sum standa framvið glasvegginum.

 

Tað er stórur áhugi at lata lutir, fleiri sum byggja bát hava skrivað og teir halda tað vera stuttligt at bátarnir verða vístir fram.

 

Søgan hjá bátinum, sum nú er tekja á Messuni.

Marna FD193 Bygdur 1943 hjá Rudkøbing Skibsværft v/E. Petersen í Rudkøbing 

Stødd: 38 BRT 

1943 - Jens Kirk, Thyborøn - P/R J.B.P. Kirk, Thyborøn 

1958 - Houboen, Skagen - T.Nielsen, Skagen 

1960 - Indiana, Hirtshals - H.G. Kongerslev, Hirtshals 

1973 - Astrid II TG4, Tvøroyri - Páll Tummasarson, Tvøroyri

1975 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Viberg Sørensen, Tvøroyri 

1982 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Tvøroyar Kommuna 

1986 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - M.T. Bærentsen, Tvøroyri

1988 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - Hans P. Thomsen, Tvøroyri

1991 - Marita II TG435, Porkeri - P/F Hólur v/Sálum Beck, Porkeri

2000 - Tóra FD193, Fuglafirði - Jón Nolsøe Olsen, Fuglafirði 

2001 - Marna FD193, Fuglafirði - Óli Johannes Olsen 

2018 - Upphøgdur - Maritimt Mentanarhús í Vágum við staðseting í Sørvági

2025 – Er nú ein týðandi partur av bygninginum og sum ein sjónligur varði av træskipunum.

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

Pól Skarðenni hevur teknað Messuna