Tekin endatíðarinnar

Vit síggja í dag hvussu lond hótta, og gera seg inn á onnur lond. Vit síggja eisini at nógv lond gera seg klár til bardaga, og til at verja seg. Tíggjutúsundtals av missilum og atommissilum eru longu settar upp, og eru klárar at senda.

 

Talið av jarðskjálvtum er økt sera nógv, og teir koma at økja so nógv í styrki, at lond koma at skrædna sundur. Amerika kemur at uppliva øgiligar jarðskjálvtar, og tað kemur til dømis Italia eisini. Øll jørðin verður rist.

 

Hungur og pestur kemur, og av hesum koma sera nógv at liggja eftirá. Pesturin, sum kemur, verður so øgiligur, at fólk fara ikki at tora út um dyrnar. Sjálvt Covid 19 kemur at verða sum ein mild sjúka afturímóti tí sum kemur, og aftur hesaferð fara myndugleikar at trýsta fólk til at taka eitt ella annað evni. Heimurin er jú ikki stýrdur av góðum menniskjum, men óndum, sum vit eisini hava dømi um her á landi, nú til dømis abortlógin kom ígjøgnum.

 

Rátt verður frá at taka hesi evni, og í staðin at leita til hin livandi Gud, Hann sum er mentur at verja, grøða, og frelsa .

 

Av tí at eingin hesa tíðina fer at tora út um dyrnar, kemur nógv at liggja óvirkið, tí fólk fæst ikki til at halda og umvæla skipanir og annað.

 

Rátt verður tí til at keypa inn, so okkurt kann verða at eta og drekka meðan pesturin herjar.

 

Vit koma eisini at síggja ræðuligar sjónir og stór tekin henda, sum eisini fleiri av profetum Harrans longu hava sagt frá, og sum vit eisini kunnu lesa um í Guds Orði. Vit koma at uppliva at tað verður myrkt á miðum degi, og í hesum myrkri koma nógv fólk at doyggja, men tey sum gera sum Harrin hevur talað ígjøgnum profetar sínar, koma ígjøgnum hesar dagar við lívinum.

 

Sólstormar fara at koma við slíkari styrki, at nógv elektronisk og elektrisk útgerð verður skadd, og tá tað hendir, koma eisini nógvir bilar at standa stillir.

 

Vit hava annars fleiri løgnar kometir sum eru komnar inn í okkara sólarskipan, og granskarar royna at finna út av hvat hetta er sum ikki letur seg ávirka av tyngdarkraftini.

 

Í Lukas 21. 10 – 11 stendur:

 

So segði Hann við teir: “Tjóð skal reisast ímóti tjóð, og ríki móti ríki.

 

Stórir jarðskjálvtar skulu verða bæði her og har, og hungur og pestur; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

 

Fyrsti partur av sálma 91 sigur:

 

Tann, ið situr í lívd hins hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við Harran: “Skjól mítt, borg mín, Gud mín , sum eg líti á!”

 

Tí hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti; við fjøðrum Sínum skýlir hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

 

Tú skalt ikki óttast náttarræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin ið snýkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um miðdagin. Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg.

 

 

 

Birgir Jakobsen