Gongur illa at manna nevndirnar í Løgtinginum

Fundurin er nú útsettur til klokkan 15:30, tí enn eru tey ikki komin á mál við at manna nevndirnar.

Sjálvt um teir tríggir samgonguflokkarnir hava havt eina heila viku til at finna út av, hvussu nógvar nevndarsessir hvør flokkur skal hava, og hvørji fólk í hvørjum flokki skulu manna nevndarsessirnar, so eru tey ikki komin á mál enn.

Býtið millum samgongu og andstøðu hevur verið púra greitt, síðani samgongan varð skipað. 45 nevndarsessir eru tilsamans, og av teimum fær samgongan 30 og andstøðan 15.

Greitt er eisini, at samgongan eigur formanssessirnar í øllum nevndunum, tí samgongan fær meirilutan í øllum nevndum.

Men tað er vanligt, tá nevndarsessirnir skulu býtast, so verða teir brúktir til at javna tað býtið, sum er gjørt frammanundan. Onkur av tingfólkunum eru kanska misnøgd við, at tey ikki sluppu í landsstýrið. Eitt nú hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum sagt greitt, at hon er misnøgd, og at tað skal síggjast aftur í nevndarbýtinum.

Tað eru helst slík viðurskifit, sum gera seg galdandi nú. 

Men tað sum er margháttligt er tó, at tey hava kent hesa støðuna í eina heila viku, og tí kann tað tykjast heldur óbúgvið av samgonguleiðsluni, at tey ikki hava avgreitt slík innanhýsis stríðsmál ta síðstu vikuna.

Sum skilst á lagnum, so er greitt, at Sambandsflokkurin fær formanssessin í fíggjarnevndini, sum helst verður Erhard Joensen. At Javnaðarflokkurin fær formannin í Vinnunevndini, sum helst verður Ben Arabo. At Javnaðarflokkurin fær forfólkið í mentanarnevndini, sum helst verður Súsanna Bertholdsen, av tí at Jóhannis Joensen er í formansskapinum. Sum skilst fær Sambandsflokkurin eisini forfólkið í trivnaðarnevndini.

Tað merkir so, at Fólkaflokkurin fær forfólkini í uttanlandsnevndini, rættarnevndini og landsstýrismálanevndini.

Tað eru tó neyvan formanssessirnar í nevndunum, sum tey stríðast um í løtuni, men helst innanhýsisis persónstelvingar, sum ikki ganga upp.

Umframt tingnevndirnar skal Løgtingið eisini velja tvey umboð í Norðurlandaráðið. Vanliga er eitt umboð úr samgongu og eitt úr andstøðu. Men tað er ikki vist, at tað verður soleiðis hesaferð. Samgongan eigur fyrra umboðið, men tað seinna verður valt við lutakasti, sum kann geva samgonguni bæði umboðini.

Løgtingið skal eisini velja umboð í Útnorðurráðið. Har verða seks limir valdir, oftast ein úr hvørjum flokki.

Seinast, tá tingfundur var um at velja nevndirnar, tað var 5. januar í 2023, tá varð fundurin niðurlagdur fimm ferðir, og seinasti fundur settur klokkan 17:55, har nevndirnar vórðu mannaðar.