Tað metir Hans Lucht, sum er seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS).
– Tað er tíverri ein sannlík støðulýsing. Russland hevur áður brúkt migrantar til at skapa ótta, ófrið og split í Evropa, sigur hann.
Útmeldingin kemur, eftir at danski útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin, Morten Bødskov, hevur upplýst, at upplýsingar vórðu lagdar fram á einum ES-fundi týsdagin um stórt virksemi hjá prorussiskum kontum á sosialum miðlum í sambandi við hendingarnar í Ceuta.
Sambært ráðharranum eru í minsta lagi 6.000 uppsløg staðfest á Telegram og á prorussiskum heimasíðum. Endamálið skal hava verið at geva ta mynd, at marknaeftirlitið hjá ES var rapað saman, og at kaos valdaði í Evropa.
Í síðstu viku komu umleið 72.000 migrantar inn í Ceuta úr Marokko. Sponsku myndugleikarnir siga, at umleið 70.000 teirra síðani eru vendir aftur til Marokko.
Hans Lucht hevur ikki sjálvur sæð tilfarið, sum danski ráðharrin sipar til, men hann heldur, at frágreiðingin er trúverdig.
Hann vísir á, at Russland og sameind áður hava brúkt líknandi arbeiðshættir. Millum annað varð sama mynstur sætt við markið millum Pólland og Hvítarussland, har migrantar vórðu førdir fram til markið, samstundis sum villleiðandi upplýsingar og filmsbrot vórðu spjadd á netinum.
Sambært granskaranum er endamálið at geva ta fatan, at Evropa hevur mist tamarhaldið á sínum mørkum, og samstundis at lýsa Evropa sum veikt, harðligt og í veruleikanum als ikki kann liva upp til síni egnu mál.
– Russland er í stríði við Evropa og Ukraina og hevur altíð áhuga í at vikna um moralin og samhaldið í Evropa. Tilflyting er eitt evni, sum lættliga kann skapa ósemju, sigur Hans Lucht.
Hann vísir eisini á, hvussu skjótt politiska kjakið um Ceuta mentist.
– Tað skulu ikki nógvar ristingar til, áðrenn evropeisk lond fara í stríð hvør við annan, sigur hann.
Sambært Hans Lucht eiga evropeiskir politikarar at ansa eftir, at teir ikki ótilvitað styrkja tær ávirkingarherferðir, sum hava til endamáls at skapa ótta og split.
/Ritzau/










