Hon tekur við embætinum, meðan sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna.
Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum annað starvast sum prestur á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.
Innsetingin var tó serlig av einari aðrari orsøk. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum.
Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august.
Ovi Brim, próstur, skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju.
##med2##
Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla.
Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum hjá EB, har nógv fólk vóru komin saman at heilsa nýggja prestinum vælkomnari.
##med3##












