Í morgun varð sett stevna á Svangaskarði, tá Dansk Politiidrætsforbund alment setti árligu vitarenningina, sum í ár verður hildin í Føroyum.
Tilsamans 103 luttakarar eru við á stevnuni, sum fer fram ymsastaðni í landinum hesa vikuna.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði luttakarunum vælkomnum, og síðani helt Michael Boolsen, fúti, setanarrøðu og setti stevnuna.
Í dag verður kappast í økinum kring Toftavatn.
Stevnuleiðari er Erik Lindholt, løgreglumaður, sum áður hevur starvast í Føroyum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyska náttúran er karmur um hesa ítróttastevnu. Líknandi tiltøk vóru eisini í Føroyum í 2017 og í 2021.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















