Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi.
Eyðun var fyrr í ár partur av sjónvarpsrøðini "Hoydalar", har sangir hjá honum vórðu tulkaðir av ungum og dugnaligum sangarum. Sangperlurnar skinu sum sjáldan, og framførslurnar vístu, at sangirnir standa eins sterkir nú, sum tá ið teir vórðu skrivaðir.
Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Síðani 1990’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tónleik sum solistur – eitt skifti gav hann tónleik út saman við Terja Rasmussen.
Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum "Mítt Land", "80’ini", "Dansa", "Til Tey Stressaðu", "Á, um vit", "Sangur til tína jørð" og aðrar.
Eyðun Nolsøe hevur konsert á Summar Festivalinum komandi vikuskifti. Hann fer á pallin á Vágsbø fríggjakvøldið klokkan 21 og spælir nakrar sangir, áðrenn høvuðsnavnið Rasmus Seebach kemur á pallin klokkan 22.











