Altjóða Reyði Krossur (ICRC) hevur í dag vitjað fyrrverandi leiðaran í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum hevur sitið í fongsli síðani hernaðarkvettið í 2021.
Tað upplýsir ICRC í einum tíðindaskrivi.
Sambært felagsskapinum varð vitjanin framd eftir vanligu mannagongdunum hjá ICRC fyri vitjanir hjá fólki, sum eru frátikin frælsið. Tað gav eisini møguleika fyri einari samrøðu við Aung San Suu Kyi uttan onnur til staðar.
Fyrr í dag váttaði ein talsmaður hjá stjórnini í Myanmar sambært Reuters, at vitjanin hevði verið.
Fundurin fór fram í høvuðsstaðnum Naypyidaw, eftir at fleiri seinastu tíðina hava stúrt fyri heilsustøðuni hjá 81 ára gomlu friðarheiðurslønarhavaranum.
Aung San Suu Kyi varð koyrd frá valdinum, tá herurin framdi eitt statskvett í februar 2021. Árið frammanundan hevði flokkur hennara vunnið parlamentsvalið í landinum.
Myndatekstur:
Altjóða Reyði Krossur hevur vitjað fyrrverandi leiðaran í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum hevur sitið í fongsli síðani hernaðarkvettið í 2021. (Savnsmynd).











