Bæði Knút Lützen og Valborg Laksfoss tryggjaðu sær finalupláss á fyrsta kappingardegi.
Knút Lützen og ross hansara, Kári frá Ásbru, reið seg beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið bæði silvur og gull til norðurlandameistarakappingar.
Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan kundi verið betri.
– Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri í sjálvari finaluni, sigur Knút Lützen.
Eisini Valborg Laksfoss hevði eina góða kapping saman við Stælli frá Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna.
Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping.
– Eg vóni at vinna B-finaluna og harvið sleppa at kappast móti Knúti og Kára í A-finaluni, sigur hon.
Føroysku rossini og reiðfólkini hava havt eina langa ferð til Svøríkis, men sambært Ríðisambandi Føroya hava tey staðið seg væl.
B-finalan verður hildin hósdagin, meðan A-finalan verður fríggjadagin.










