USA skal ikki ráða yvir okkum

Formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, svarar nú enn einaferð aftur Donald Trump, eftir at amerikanski forsetin aftur hevur sagt, at hann ynskir amerikanskt tamarhald á Grønlandi.

– USA skal ikki ráða yvir okkum. Tað megna vit sjálvi, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.

 

Við støði í upplivingum frá vikuskiftinum, har hann bæði hitti fyrsta grønlendska yrkisfótbóltsleikaran, Nemo Thomsen, og var við til tiltakið Grønland í Tivoli, leggur hann dent á týdningin av grønlendska samanhaldinum.

 

– Sama hvar vit hittast, og sama hvar í heiminum vit eru, standa vit saman. Vit gleðast um framgongdina hjá hvørjum øðrum, lyfta hvønn annan og bera felagsskap okkara við okkum, skrivar hann.

 

Sambært Jens-Frederik Nielsen er tað júst hetta, sum ger Grønland sterkt.

 

– Tað, sum ger okkum sterk, er styrkin, vit finna í okkum sjálvum, í samanhaldinum, í mentan okkara, søgu okkara og í felags trúnni upp á, at framtíðin er nakað, vit sjálvi skapa.

 

Donald Trump segði í samrøðu við miðilin Real America's Voice, at hann vónar at hava fingið tamarhald á Grønlandi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í 2029.

 

Eisini landsstýriskvinnan Naaja H. Nathanielsen hevur viðmerkt útsøgnina. Hon sigur, at slíkar útmeldingar skapa ótta og ótryggleika, og at álitið á USA fær enn eitt skot fyri bógvin hvørja ferð slíkar útsagnir koma.

 

– Vit skulu ikki lata okkum kúga. Vit hava livað við hesum trýstinum í 20 mánaðir, og vit skulu halda fast við samskifti, samstarv og virðing fyri fólkarættinum og altjóða lóg, skrivar Naaja H. Nathanielsen.