Tað var longu í desember í fjør, at øll kampingplássini til Norð Festivalin, sum verður á Viðareiði hin 29. august, vórðu útseld.
Tí hava fyrireikararnir roynt at víðkað um útboðið av kampingplássum, og við ávísum tillagingum hevur eydnast at útvega nøkur pláss aftrat.
- Vit mugu bara ásanna, at áhugin fyri festivalinum og kampingplássum er metstórur í ár.
Fyrireikararnir eru púrasta ovfarnir av, at áhugin fyri kamping er vorðin so stórur, og tí hevur verið arbeitt við at finna pláss til fleiri gestir.
- Nú eru fleiri enn 100 kampingpláss seld, og tað er ongantíð hent áður, at so nógvir gestir hava biðið um pláss til kamping á Norð Festivalinum.
Tey nýggju kampingplássini eru avmarkað í tali, og tí vænta fyrireikararnir, at eisini hesi verða seld innan stutta tíð.
##med2##
Norð Festivalurin hevur seinastu árini ment seg til eitt afturvendandi summartiltak í Norðoyggjum.
- Stóri áhugin í ár bendir á, at metnógv fólk ætla sær at leggja leiðina til Viðareiðis seinasta vikuskiftið í august, siga fyrireikararnir av Norð Festivalinum.
##med3##













