Grimsby fær mótstøðulið úr Premier League í FA Cup

Grimsby fær kassadyst á heimavølli í søguríku steypakappingini

Hon er heimsins elsta steypakapping. Gongur aftur til 1872, og yvirraskilsini halda fram við at hugtaka fjepparar kring heimin. Sigurin hjá sættideildarliðnum, Macclesfield, ið fór av knóranum fyri nøkrum árum síðani, og sum megnaði í vikuskiftinum at senda verandi steypavinnararnar, Crystal Palace úr kappingini er bara enn eitt dømið. FA Cup kappingin hevur ikki sín líka.

 

Í fjórða umfarinum møtir Macclesfield Premier League-liðnum, Brentford á heimavølli. 

 

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini megnaði eisini at vinna seg til fjórða umfarið í FA Cup kappingini. Í vikuskiftinum vann Grimsby á heimavølli 3-2 á sættideildarliðnum, Weston-super-Mare.

 

Í fjórða umfarinum, ið verður leikt 14. februar og 15. februar hevur Grimsby aftur heimavøll. Hesaferð kemur Premier League-liðið, Wolverhampton á vitjan. Wolves vera favorittar, men teir hava bert sjey stig aftaná 21 umfør í Premier League, so Grimsby sær avgjørt ein møguleika at fremja eina sensasjón.

 

HER er lutakastið til fjórða umfarið:

 

Liverpool/Barnsley – Brighton

 

Stoke – Fulham

 

Oxford United – Sunderland

 

Southampton – Leicester

 

Wrexham – Ipswich

 

Arsenal – Wigan

 

Hull – Chelsea

 

Burton Albion – West Ham

 

Burnley – Mansfield

 

Norwich – West Bromwich

 

Port Vale – Bristol City

 

Grimsby Town – Wolverhampton

 

Aston Villa – Newcastle

 

Manchester City – Salford/Swindon

 

Macclesfield – Brentford

 

Birmingham – Leeds