Frakland letur upp aðalkonsulátið í Grønlandi 6. februar.
Tað upplýsir franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tá franski forsetin, Emmanuel Macron, vitjaði í Grønlandi í fjør summar, avdúkaði hann ætlanir um at lata upp eitt franskt aðalkonsulát í Nuuk.
Konsulátið er ætlað at styrkja samstarvið millum londini, í eini tíð, har "strategiska støða Grønlands og náttúrutilfeingi merkja, at tað er eitt stað, sum er vorðið mál fyri ránsvirksemi", segði Macron tá.
Uttanríkisráðharrin í Fraklandi hevur ásett dagin, tá konsulátið skal lata upp. Og tað ger hann sama dag, sum grønlendska uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skulu hitta amerikanska varaforsetan, J.D. Vance og uttanríkisráðharran Marco Rubio í Hvítu Húsunum.
Kreppan millum Grønland, Danmark og USA er harðnað eftir hørðu útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at hann vil hava Grønland undir Amerika fyri amerikansku tjóðartrygdina.
Uttanríkisráðharrin í Fraklandi kallar kravið hjá Trump fyri "avpressing".
– At leypa á ein annan NATO-lim hevði ikki givið meining. Tað hevði eisini verið ímóti amerikanskum áhugamálum. Og tí skal hetta avpressing sjálvandi steðga, sigur Jean-Noël Barrot sambært Reuters.
Í síðstu viku var Frakland millum tey, sum skrivaðu undir yvirlýsing frá tilsamans sjey NATO-londum sum avsendarar við boðskapinum um, at "eingin annar enn Danmark og Grønland hevur rætt til at taka avgerðir um framtíðina hjá Grønlandi".
Donald Trump hevur upplýst, at um USA ikki yvirtekur Grønland, so eru Kina og Russland til reiðar at gera tað. Amerikanski forsetin hevur áður ikki noktað at útiloka at brúka hernaðarmegi til at fáa vald á Grønlandi.
/Ritzau/











