Í minsta lagi 2.571 fólk hava latið lív í sambandi við mótmælisgongur í Iran seinastu vikurnar.
Tað upplýsti iranski mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur høvuðssæti í USA, mikunáttina sambært tíðindastovuni AP.
Nógv tey flestu av teimum deyðu eru mótmælisfólk.
Týsdagin upplýsti ein iranskur embætismaður, sum ikki segði navn sítt, at umleið 2.000 fólk vóru dripin, skrivar Reuters.
Tað var fyrstu ferð, at ein persónur frá myndugleikunum viðurkendi fráboðanir um høg deyðstøl undir mótmælisgongunum, sum byrjaðu 28. desember.
Iranar fóru í fyrsta umfari út á gøturnar fyri at vísa sína ónøgd við, at landið í Miðeystri er rakt av ógvuliga høgari inflatión.
Mótmælini hava síðani ment seg til almennanar atfinningar av prestastýrinum, sum hevur stýrt Iran síðani islamsku kollveltingina í 1979.
Støðan er eyðkend av eini ávísari óvissu, tí ein umfatandi samskiftissteðgur í Iran hevur í stóran mun forðað fyri atgongdini til upplýsingar úr landinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir hótt við hernaðarligum inntrivum.
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, segði fyrr í vikuni, at Iran ikki søkir tað, men at Iran er fult fyrireikað til eitt kríggj.
USA hevur heitt á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Iran gjøgnum Turkaland ella Armenia. Tað sigur Reuters í fráboðan frá amerikansku talgildu sendistovuni í Iran.
- Amerikanskir ríkisborgarar skulu fara úr Iran nú. Umhugsa at ferðast úr Iran umvegis Turkaland ella Armenia, um tað er trygt at gera tað, stendur í fráboðanini.
Borgerservice hjá danska uttanríkisráðnum skrivaði í dagføring í síðstu viku, at danskir myndugleikar leingi hava mælt frá allari ferðing til alt Iran og heitt á fólk um at fara av landinum.
– Hetta kemst av einum sera stórum trygdarváða, eitt nú vandanum fyri valdsmiklari handtøku av útlendingum og vandanum fyri, at ferðamøguleikarnir enda við stuttari freist, stendur í uppslagnum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
/Ritzau/






















