Tað vísa nýggj hagtøl frá Sev.
Í fyrru hálvu av 2026 var 54 prosent av samlaðu elframleiðsluni grøn. Sama tíðarskeið í fjør var grøni parturin 52 prosent.
Samlaða elframleiðslan vaks úr góðum 249 gigawatttímum (GWt) upp í slakar 266 GWt, svarandi til ein vøkstur á 6,5 prosent.
Grøna framleiðslan vaks samstundis við nærum 10 prosentum – úr 130 GWt upp í nærum 143 GWt. Vindorkan var størsta grøna orkukeldan og stóð fyri 83 GWt, meðan vatnorkan gav slakar 55 GWt.
Kortini vaks eisini termiska framleiðslan, sum er grundað á olju. Hon øktist úr 119,5 GWt upp í góðar 123 GWt. Tað svarar til eina meirnýtslu upp á umleið 770 tons av olju.
Sostatt hevur økta grøna framleiðslan ikki ført til eina samlaða sparing í oljunýtsluni, men hevur avmarkað, hvussu nógv oljunýtslan er vaksin.
Meginøkið gongur fram – Suðuroy dregur hinvegin
Á meginøkinum vaks elframleiðslan við 5,5 prosentum, og grøni parturin øktist úr 52 upp í 54 prosent. Serliga vindorka og biogass stóðu fyri vøkstrinum.
Í Suðuroy vaks elframleiðslan enn meira – við 20,7 prosentum. Men har kom størsti parturin av vøkstrinum frá termiskari framleiðslu, og tí lækkaði grøni parturin úr góðum 49 prosentum niður í góð 47 prosent.
Sambært Sev vísir hetta, hvussu týdningarmikið tað er at fáa fleiri vindmyllur upp.
– Serliga hevur tað stóran týdning fyri meginøkið, at nýggj vindorka kemur inn á skipanina, herundir ætlaða vindmyllulundin á Sandi. Eisini í Suðuroy eru góðir møguleikar at økja framleiðsluna úr vindi. Verða hesar útbyggingarnar ikki framdar, verður truplari at minka oljunýtsluna og økja partin av grønari orku, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá Sev.
Sólorkan spakuliga á veg fram
Sólorkan er framvegis ein lítil partur av føroysku elframleiðsluni, men gongdin er kortini jalig.
Sólorkuverkið hjá Sev í Sumba framleiðir sum ætlað, og samstundis eru fleiri privat húsarhald og fyritøkur farin undir at framleiða streym við sólorku.
Samanlagt framleiddu skrásettu sólorkuskipanirnar yvir 230 megawatttímar fyrra hálvár í ár. Tað svarar til eina sparing upp á nærum 50 tons av olju. Hóast hetta bert er umleið ein túsundapartur av samlaðu føroysku elframleiðsluni, metir Sev, at gongdin er eitt jaligt tekin um vaksandi áhuga fyri grønari orku.













