Løgreglan steðgaði bilinum á Fjøruvegnum í Runavík, tí hann koyrdi 81 kilometrar um tíman, har mesta loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Tá løgreglan kannaði viðurskiftini nærri, vísti tað seg, at bilførarin hevði útlendskt koyrikort.
Sambært løgregluni var koyrikortið ikki galdandi í Føroyum. Hóast maðurin hevði búð í Føroyum í meira enn 20 ár, hevði hann ongantíð býtt tað um til eitt føroyskt koyrikort.
Tí varð hann skuldsettur fyri at koyra uttan galdandi koyrikort.
At koyra við ógildigum koyrikorti verður mett á sama hátt sum at koyra uttan koyrikort, og tað kostar eina bót upp á 5.000 krónur.
Umframt bótina fyri koyrikortið fær bilførarin eisini eina bót fyri at koyra ov skjótt.











