– Vit skulu hava meira burtur úr somu pengum, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen

Nýskipanarnevndin heldur fram – skulu hava meira fyri somu pengar

Nýggjur formaður verður settur fyri nýskipanarnevndina

– Vit skulu hava meira burtur úr somu pengum, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað sigur løgmaður í samrøðu við Sosialin.

 

Í síðstu viku varð kunngjørt, at verkætlanardeildin hjá Landsverki verður niðurløgd.

 

– Ábyrgdin fyri almennum byggiverkætlanum verður flutt til aðalráðini, sum skulu keypa serkunnleika uttanífrá, sigur løgmaður við blaðið.

 

– Almennar byggiverkætlanir skulu frameftir stýrast úr aðalráðunum, sigur løgmaður.

 

Landsstýrið ætlar at halda fram við nýskipanararbeiðinum, sum undanfarna samgonga setti í gongd. Men tað verður ikki bara nýskipanarnevndin, sum skal koma við uppskotum.

 

– Vit hava eisini okkara egnu ætlanir, sigur Beinir Johannesen.

 

Ein av teimum fyrstu broytingunum er, at verkætlanardeildin hjá Landsverki, har 18 fólk starvast, verður niðurløgd. 

 

Ábyrgdin fyri almennum byggiverkætlanum verður í staðin flutt út í aðalráðini.

 

– Aðalráðini mugu so keypa sær tann serkunnleikan, teimum tørvar, tá stórar byggiverkætlanir skulu fremjast.

 

Løgmaður sigur, at nýggjur formaður verður settur fyri nýskipanarnevndina, so arbeiðið kann halda fram.

 

Hann leggur tó dent á, at landsstýrið ikki kennir seg bundið av tilmælunum hjá nevndini.

 

– Vit binda okkum ikki at tí, sum nevndin kemur við. Men koma góð hugskot, so taka vit sjálvandi undir við teimum.

 

Málið við nýskipanunum er at minka um fyrisitingina og fáa meira burtur úr almenna geiranum.

 

– Vit fara ikki at leggja fleiri gjøld á borgararnar. Tí mugu vit finna loysnir, sum gera, at vit kunnu fáa tað sama fyri færri pengar.

 

 

 

 

 

– Vit skulu hava meira burtur úr somu pengum, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. Mynd: Álvur Haraldsen