Ungur drongur roydi at drepa fimm ára gamla gentu

Ein drongur undir 15 ár er undir illgruna fyri drápsroynd móti fimm ára gamlari gentu í Svøríki

 

Løgreglan í Helsingborg kannar eina drápsroynd, har ein drongur undir 15 ár er undir illgruna fyri at hava sært eina fimm ára gamla gentu álvarsliga

Ein drongur undir 15 ár er undir illgruna fyri drápsroynd móti einari fimm ára gamlari gentu í svenska býnum Helsingborg.

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Hendingin fór fram seinnapartin í gjár, tá gentan varð álvarsliga særd.

Ógreitt er, hvussu gamal drongurin er. Eitt eygnavitni sigur sambært TT, at gentan varð stungin við knívi.

Løgreglan í Helsingborg metir, at talan er um eina einstaka hending.

– Vit meta, at eingin vandi er fyri almenningin, sigur virkandi løgreglustjórin Christian Magnusson.

Sambært svenskum myndugleikum er støðan hjá gentuni stabil.

 

Løgreglan í Helsingborg kannar eina drápsroynd, har ein drongur undir 15 ár er undir illgruna fyri at hava sært eina fimm ára gamla gentu álvarsliga