HM: Spania hevur ikki tapt ein dyst í hálvttriðja ár

Evropameistararnir eru í einari søguliga góðari gongd

Mynd: Ritzau Scanpix

Spania er evropameistari, og teir standa við einum góðum møguleika at vinna heimsmeistaraheitið, har antin Argentina ella Ongland verður mótstøðuliðið í finaluni á MetLife leikvøllinum í East Rutherford, sunnukvøldið klokkan 20.

 

Spania hevur nevnliga ikki tapt í teimum seinastu 37 landsdystunum. Teir taptu Nations League finaluna fyri Portugal aftaná brotssparkskapping. Men brotssparkskappingar telja ikki hagfrøðiliga við, tá gerast skal upp hvussu nógvar dystir eitt landslið hevur tapt ella vunnið.

 

Spania deilir í løtuni metið við Italia, ið framdi sama roysnið millum 2018 og 2021. 

 

Seinast Spania tapti ein dyst aftaná vanliga leiktíð var afturi í mars í 2024. 

 

Í hesum 37 landsdystunum hevur talan verið um 28 sigrar og níggju javnleikir. Tað kann Spania so økja til 38 við at vinna HM-finaluna, og tá hava teir metið einsamallir. 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix