Baltar ávara: Russland fyrireikar álop á týðandi undirstøðukervi

Russland fyrireikar álop á týðandi undirstøðukervi í Baltalondunum ella í Póllandi.

Forsetarnir í Litava, Gitanas Nausėda (høgrumegin), og Lettlandi, Edgars Rinkēvičs (vinstrumegin), siga, at fregnartænastur vísa, at Russland fyrireikar álop á týðandi undirstøðukervi í Baltalondunum ella Póllandi. Russland vísir skuldsetingunum aftur. (Savnsmynd). Mynd: Petras Malukas/Ritzau Scanpix

Tað siga forsetarnir í Litava og Lettlandi mikudagin við støði í fregnartænastuupplýsingum.

 

Litavski forsetin, Gitanas Nausėda, og lettiski forsetin, Edgars Rinkēvičs, hildu mikudagin tíðindafund í Vilnius.

 

– Talan er um orku- og samferðslukervi – støð, har skaði kann órógva alla orkuskipanina, segði Nausėda.

 

Sambært honum fer fyrireikingin fram á hægsta stigi í Moskva.

 

Lettiski forsetin segði, at Estland, Lettland og Litava mugu vera fyrireikað upp á russiskar royndir at skapa ófrið.

 

– Sjálvt uttan ein fullan russiskan sigur í Ukraina kann Russland royna at testa grein 5 og svarskipanirnar hjá Nato og ES, segði Rinkēvičs.

 

Grein 5 í Nato-sáttmálanum er tann sonevnda samverjuskipanin, sum sigur, at eitt álop á eitt limaland verður mett sum eitt álop á øll limalondini.

 

Ávaringarnar eru tær seinastu í røðini av útmeldingum frá londum á eystara veingi hjá Nato, sum meta, at Russland fer at royna at testa verjusamstarvið.

 

Í juni segði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, at væntast kann ein øking í spenninginum komandi vikurnar og mánaðirnar.

 

Baltisk og pólsk embætisfólk hava áður sett Russland í samband við fleiri hendingar, millum annað eldsbrunar og netálop.

 

Litava hevur sambært forsetanum styrkt verjuna av orku- og samferðslukervinum.

 

Russland vísir skuldsetingunum aftur.

 

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, kallar útmeldingarnar fyri "nýggjar ræðusøgur", sum hava til endamáls at fyrireika fólkið upp á størri hernaðargerð.

 

Litava er tað Nato-landið, sum brúkar størsta partin av sínari búskaparligu framleiðslu til verju. Landið brúkar 5,33 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju.

 

Forsetarnir í Litava, Gitanas Nausėda (høgrumegin), og Lettlandi, Edgars Rinkēvičs (vinstrumegin), siga, at fregnartænastur vísa, at Russland fyrireikar álop á týðandi undirstøðukervi í Baltalondunum ella Póllandi. Russland vísir skuldsetingunum aftur. (Savnsmynd). Mynd: Petras Malukas/Ritzau Scanpix