- Í gjár flaggaði í Dávagerði, nú fyrstu 12 íbúðirnar blivu reistar.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Tað er Sp/f Dávagerði, sum er dóttirfelag hjá HVT, ið byggir íbúðirnar.
- Eftir ætlan verður klárt at flyta inn um ársskiftið, verður lagt aftrat.
Vit kunnu leggja aftrat, at Sjóvar kommuna hevur havt rímiliga stóran fólkavøkstur seinnu árini.
Tað er serliga, síðan Eysturoyartunnilin nærkaðist og gjørdist liðugur, at fólkatalið á Strondum er vaksið.
##med2##











