Tóna Fritsdóttir sýnir fram í Havnará

Fernisering við Tónu Fritsdóttir verður mikudagin 15. juli kl. 20 í Gallarí Havnará. Vit gleða okkum at síggja verkini hjá ungu listarkvinnuni.

Framsýningin verður síðan opin frá 16.-20. juli kl. 16-18

 

Um listakvinnuna:

 

Tóna Fritsdóttir er listakvinna við bachelorprógvi í myndatøku úr Róm í Italia og er nýliga liðug við eina masterútbúgving innan mótafilm og mótamyndatøku í París í Frankaríki. Hon arbeiðir sum móta & vakurleikaeditorial, við einum visuellum máli, ið er rótfest í dreymum og surrealismu, har poetiskar myndirskapa eina kenslu av stillum longsli, bæði eftir tilhoyri og flýggjan samstundis.

 

Tóna hevur áður havt myndaframsýningar uttanlands, bæði í Italia, Serbia og París, har hon millum annað hevur sýnt fram í Cortona On The Move.

 

Hesar altjóða framsýningar hava givið henni virðismiklar royndir og gjørt tað møguligt at seta føroyska list í ein breiðari altjóða samanhang. Samstundis hevur hon eitt sterkt ynski um eisini at vísa og deila sína list í heimlandinum fyri at vera við til at styrkja og ríka føroyska listaumhvørvið.

 

Tóna hevur eitt greitt mál um at bera føroyska list út í heim og samstundis skapa verk, sum bæði heiðra føroyska mentan og seta hana í ein nútímans og altjóða samanhang.

 

Vit síggjast í Gallarí Havnará.