Grundlógardagur 5. juni....við fólkaræði ella einaræði

"Vit hava nógv at fegnast um grundlógardagin. Vit liva í einum frælsum ríki við demokratiskum virðum, og okkara uppgáva er millum annað at halda fast við hesi rættindini, og at verja okkum móti teimum kreftunum her á landi, ið vilja sáa iva um okkara grundleggjandi rættindi í øllum ríkinum." (frá Sambandsflokkinum í tíðindastubba í dag).

Løgtingslóg nr. 19 frá 18.mars 2013 boðar frá, at vit skíta høgt og flott á Grundlógina, og gera sum okkum lystir. Eisini um talan er um brot á megin reglur í Grundlógini.

Ítøkiligt er talan um politiskt uppíbland í rættartvístøðu, har privat fyritøka, her Varðin Pelagic, við trýsti og hóttanum á løgmann Kaj L. H. Johannesen, landsstýrið og Løgting, frá borgarstjóranum á Tvøroyri, Kristin Mikkelsen, ið eisini var løgtingslimur, fekk samtykt løgtingslóg sum ískoyti til Býarskipanarlógina, at stytta málsviðgerð til broyting av byggisamtykt frá 6 vikum niður í eina viku, og eisini uttan at kærur kunnu hava steðgandi virknað.

Teksturin sæst enn í Býarskipanarlógini § 6. stk. 6 og 7.

Bert eina hendinga ferð er javnbjóðis orrusta íkomin í donsku grundlógina tey mongu ár henda megin lóg hevur verði galdandi.

Hetta hendi í 1993 tá frískúlin Tvind fekk játtað millum 30 og 40 mill.kr. í stuðuli. Rættartvístøða íkom millum undirvísingarmálaráð og kærustovn, ið Fólkatingið legði seg út í, og samtykti sonevndu Tvind-lógina. Hetta var kært til Hægsta Rætt, sum kolldømdi / tileinkisgjørdi lógina umrødd sum LexTvind.

Kyllarnir handan Tvind fingu hendur á millióna upphæddini og flutti hesa til off-shore banka, og rýmdu av landinum. Enn hava hesir bandittar ikki sett fótin á danska jørð, tí har er bert ein leið og tað er beinleiðis handan rimar.

 

Tá duga føroyingar væl betur. Uttan minsta himpr leggur Løgtingið seg út í rættartvístøðu har Kærustovnurin hevur ógildað byggiloyvið frá Tvøroyrar kommunu til Varðan Pelagic at byggja frystigoymslu og fylla kajhylin upp framman fyri gomlu friðaðu handils- og pakkhúsini.

Ein uppøstur Kristin Mikkelsen hótti løgting og landsstýrið, at slapp Varðin Pelagic ikki at byggja út stundisliga, mátti fiskiskapur útsetast til komandi ár. Hundatals milliónir vóru í vanda at verða mistar, boðaði borgarstjórin og løgtingslimurin frá.

Dagar innan 18.mars 2013 vóru tveir framstandandi løgfrøðingar, Halger W. Poulsen og Bjørn á Heygum, í Dag & Viku, og ávaraði Løgtingið uppá tað harðasta ikki at samtykkja lógina. Hví lógini ikki mátti samtykkjast, kom ikki greitt fram, men báir vóru fullgreiðir, at okkara høgt virda Løgting bleiv brúkt í skitnum verki at leggja seg út í rættartvístøðu og samtykkja serstaka sonevnda singular-lóggávu til frama fyri eina privata fyritøku.

Lógin var samtykt og undirskrivað av løgmanni Kaj L.H.Johannesen hin 18. mars 2013.

 

Nakrar vikur seinri varð móttikið skriv frá dulnevndum sendara. Hesin persónur var ikki hvør sum helst, men ungi og gløggi Kári á Rógvu, løgfrøðingur, sáli, ið tíðanverri ikki er meira millum okkum.

Kári á Rógvi hevði gjørt skriv á donskum, ið var stílað til danskan advokat, og við umbøn at fáa fríða process, at fáa brotið Løgtingið hevði framt hin 18.mars á megin reglur í donsku grundlógini lagt fyri Hægsta Rætt.

Áheitanin frá danska advokatinum um umsókn um fríðan process var viðgjørt av Justistministeriet / Civilstyrelsen og Ríkisumboðamanninum, men endaði av skilligari orsøk á borðinum hjá statsministaranum Lars L. Rasmussen.

Frá Lars L. Rasmussen kom ætlaða stevning ikki víðari, men varð læst niður í eina skuffu á skrivstovuni í Statsministeriet, og har liggur hon enn og savnar dust.

Grundlógardagur er í dag 5.mai og fegnast føroyingar, Løgting og Landsstýrið saman við donsku stjórnini, at tilætlað brot á hesa megin lóggávu hjá danska - føroyska demokratinum, heppnaðis sera væl, og uttan at nakar varð settur sum ábyrgdandi fyri hesa ógvusligu brotsgerð.

Bakmaðurin, hann sum stendur fyri hóttanum á okkara deomkratisku skipan, at fremja brot á donsku grundlógina og fremja uppibland í rættartvístøðu, er verandi borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Mikkelsen.

Hesin sami maður er nú í holt við at geva Tvøroyri mønustingin. Fyrst legði hann allan miðbýin lamnan, soraði framúr havnarlagið og friðaðu hús og fiskastykki, tók kajhylin til fyrstu verunliga havnarbygging í landinum, og ætlar nú saman við Varðin Pelagic at seta stórt tal av familjum og íbúgvum,og allan miðbýin, í sera álvarsliga støðu við bygging av mjøl- og lýsiverksmiðju.

At hesin maður sleppur at toyggja seg sum handlangara hjá privatari fyritøku, og forkoma alt Tvøroyri í stórari og ógvusligari verkætlan, ið aðrar staðir er víst til øki har eingin búseting er kringum, gevur boð, at landsins mynduleiki, Landsstýrið / Umhvørvismálaráðið ikki er sína uppgávu vaksin.

Grundlógin verður brúkt sum fótatraðk og borgarin vanvirdur á grovasta hátt, og tosað verður um fólkaræði og demokrati. Ein syndarlig støða, ið ikki boðar frá góðum. Men fólkið hevur valdið og verður tað tí upp til hin einstaka hvør stýriskipan skal verða galdandi, fólkaræði ella einaræði.

 

Kári Thomsen

Tórshavn 5.mai 2024