Talan er um bóltin frá HM-fjórðingsfinaluni millum Argentina og Ongland í 1986, tá Diego Maradona skoraði sítt víðagitna mál við hondini – seinni kent sum "Guðs hond".
Heritage Auctions, sum skipar fyri uppboðssøluni, hevur sett lægsta boðið til 2,5 milliónir amerikanskar dollarar, svarandi til umleið 16,5 milliónir krónur.
Stutt eftir "Guðs hond"-málið skoraði Maradona eisini eitt av mest gitnu málunum í HM-søguni, tá hann driblaði seg frá egnari hálvu fram við fleiri enskum spælarum og skoraði til 2-0.
Bólturin varð eisini seldur á uppboði í 2022 fyri knappar 16 milliónir krónur. Tá var tað tunesiski dómarin Ali Bin Nasser, sum hevði dømt dystin, ið seldi bóltin.
Sambært Heritage Auctions kann bólturin hesa ferð gerast nógv meira verdur. Í 2022 varð troyggjan, sum Maradona hevði í sama dysti, seld fyri meira enn 60 milliónir krónur – met fyri eitt fótbóltsminni.










