Løgtingið steðgar grønari umlegging

– Føroyar dragna nógv afturúr í søluni av elbilum og harvið grønu umleggingini. Orsøkin er, at Løgtingið hevur lagt so høg avgjøld á elbilar, sigur formaðurin í Bilasølufelagnum

– Tey hava lagt alt ov høg avgjøld á elbilar. At fara frá ongum til so høg avgjøld upp á stutta tíð fær fólk at velja aðrar bilar enn elbilar. Eftir 2027 eru allir fyrimunir við at keypa elbil burtur, tí tá verður bæði fult mvg og fult skrásetingargjald lagt á elbilar. Tað sigur Ásfinnur Sigvardsen, stjóri í Bilasøluni í Hoyvík og formaður í Bilasølufelagnum.

 

Hann heldur, at politikararnir hava sjálvir ábyrgdina av, at sølan av elbilum er minkað, og at tað ikki kemur meira inn í avgjøldum av elbilum. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin.

 

– Tað eru løgd ov høg avgjøld á bilarnar soleiðis, at avgjøldini eru farin úr ongum til øgiliga høg avgjøld upp á stutta tíð. Tað er tann áheitanin, sum vit hava til politikararnar, at teir mugu endurumhugsa avgjaldspolitikkin fyri elbilar.

 

– Hevur hetta havt røttu effektina, spyr Ásfinnur Sigvardsen, sum umframt at vera formaður í Bilasølufelagnum eisini er stjóri á Bilsøluni í Hoyvík.

 

– Politikararnir hava lagt so høg avgjøld á, at tey dýraru merkini als ikki hava verið keypandi, sigur Ásfinnur Sigvardsen.

 

– Vit eru farin frá ongum til at leggja ov høg avgjøld á bilarnar. Hetta eigur at verða umhugsað av nýggjum, tí tað hevur ikki havt ta ætlaðu ávirkanina, hvørki á inntøkurnar hjá landskassanum ella á grøna orkuskiftið, sigur hann.

 

Lesið samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið við at logga á sos.fo við haldaranummarinum.