- Hanna Jensen hevur stillað upp til øll valini, síðan hon saman við Poul Michelsen stovnaði Framsókn í 2011.
Í fráboðan í dag sigur Framsókn, at Hanna sat á tingi 2015-2019, har hon eisini var forkvinna í mentanarnevndini.
- Í februar 2019 tók hon við sum landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, har hon sat fram til valið. Hetta valskeiði hevur Hanna havt sess í landsstýrismála- og fíggjarnevndini.
Í Framsókn siga tey, at Hanna er arbeiðssom og nærløgd sum fáur og hartil framskygd.
Lesið eisini: Hanna Jensen umhugsar uppstilling
- Hon hevur evnini at síggja stóru myndina, samtíðis sum hon heldur skil á smálutunum. Leiklutur Honnu hevur viðvirkað til nógvar politiskar semjur og loysnir ígjøgnum árini, eitt nú í fíggjarnevndini hetta seinasta skeiði.
At enda siga tey í Framsókn soleiðis:
- Nú Hanna Jensen hevur boðað flokkinum frá, at hon hevur valt ikki at stilla uppaftur, vilja vit takka henni fyri hennara megnar arbeiði fyri flokkin og fyri alt Føroya land, og ynskja henni blíðan byr framyvir.
Tað er Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum hevur sent hesa fráboðan út í dag.










