Liggur vinnan í andaleypi?

Eg hvakk við, tá umboðið fyri Fólkaflokkin á valfundi í Klaksvík herfyri boðaði frá, at hann helst sá, at ØLL krøv og ALLAR avmarkingar til vinnuna vóru rullaði aftur. Hvat bagir føroysku vinnuni? Liggur hon í andaleypi?

Vinnan hevur sjálvsagt sum allir aðrir partar av samfelagnum sínar karmar at virka undir. Vit tosa serliga um lóggávu, skattlig viðurskifti og avgjøld. Og vinnan fær viðhvørt krøv um at orða politikkir, sum gera, at fyritøkurnar verða riknar á ein tíðarhóskandi og burðardyggan hátt. Fleiri av hesum krøvum koma uttanífrá, tí vinnan hevur verið dugnalig og megnað at fáa samvinnu í lag við vinnur og marknaðir í útlandinum.  

 

Men nú helt umboðið fyri Fólkaflokkin, at øll krøv og allar avmarkingar til vinnuna skuldu rullast aftur. Avgjøld skulu burtur, tí kapitalurin fær ikki virka frítt. Vinnan er um at kvalast. Og so gjørdist fundurin ein kapprenning millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn um at vera fremstur at deregulera vinnuna.   

 

Álvaratos! Hví fortelja tit ikki eisini, at partafelagsskatturin í Føroyum (18 prosent) er tann lægsti í Norðurlondum og millum teir lægstu í Evropa? Føroyska vinnan hevur tað gott, og nógv tann størsti parturin av vinnuni gevur yvirskot. Tað fegnast vit øll um. Tað er munandi meira problematiskt, tá partar av fiskivinnuni, alivinnuni og nú eisini byggivinnuni geva eitt yvirnormalt avkast. Tá eru tað onnur, sum gjalda. Antin óbeinleiðis, tí ov lítið kemur innaftur til vælferðarsamfelagið, ella tí at vanligi føroyingurin rindar ov nógv fyri tænasturnar.    

 

Breiðastu herðarnir mugu bera sín part

 

Eitt sterkt vinnulív og eitt trygt vælferðarsamfelag mugu ganga hond í hond. Føroyar eru í dag eru eitt supermodernað og framkomið samfelag, og soleiðis vilja vit eisini ØLL hava tað. Men vit mugu eisini tora at tosa um, at eitt slíkt samfelag kostar. Og her mugu vit vísa samhaldsfesti, so ØLL kunnu rúmast í vælferðarsamfelagnum. Ein retorikkur um fullkomiliga at deregulera vinnuna er spjaðandi og skapar óneyðugar gjáir í valstríðnum. Javnaðarflokkurin hevur heilt frá byrjan tikið undir við, at fyritøkurnar eru grundarlagið undir okkara búskapi, og at fyritøkurnar skapa inntøkur til okkara vælferðarsamfelag. Javnaðarflokkurin var eisini við til at sanera stórar partar av vinnuni, eisini hjá summum, sum í dag eru stórir aktørar í vinnulívinum. Men tað tykist at vera gloymt í dag.

 

Nýhugsan skal fáa øll við

 

Men rætt skal vera rætt. Nøkur av krøvunum til vinnuna, sum eru komin uttanífrá, hava botn í tungari ES-lóggávu og hóska slett ikki til føroyska samfelagið. Tey mugu vit vísa frá okkum. Vit mugu hava eina meira differentieraða lóggávu, sum hóskar til føroyska samfelagið.

 

Umboðið fyri Javnaðarflokkin, Sigrun Jónsveinsdóttir, vísti á nýggjar og meira fjøltáttaðar vinnumøguleikar. Tøkniliga menningin gongur við risafetum, og her liggja stórir vakstrarmøguleikar. Tað er neyðugt við fleiri íverksetarum og fleiri vitanarstørvum. Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri vælferðarsamfelagnum, og tí má atgongdin til íleggingarpengar og váðafúsan kapital gjøgnum vinnuframaskipanir betrast.   

 

Endamálið er at breiðka um inntøkugrundarlagið – eisini undir vælferðarsamfelagnum!

 

Gott val!

 

Ivan Niclasen