Hanus skoraði og vann fyri triðju ferð í átta dagar

Tað gongur væl hjá Hanusi Sørensen at skjóta mál fyri tíðina

Hanus Sørensen hevur havt nakrar fantastiskar dagar á fótbóltsvøllinum. Fyri átta døgum skoraði hann tvær ferðir, tá Føroyar vunnu stórsigur 4-0 á Montenegro, og fyri fimm døgum síðani skoraði hann eina ferð, tá Føroyar vunnu ein episkan 2-1 sigur á Kekkia á Tórsvølli. Og í kvøld var Hanus aftur upp á spæl.

 

Hanus økti í kvøld til 2-0, tá hann og liðfelagarnir í NK Triglav vunnu stórsigur 6-0 á NK Jesenice í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. Talan var um annað málið hjá Hanusi hetta kappingarárið.

 

Toni Vinogradac skoraði tvey mál, og hini málini skutu Jakob Cukjati, Oliver Kregar og Marin Magdic. 

 

NK Triglav hevur nú vunnið fýra dystir á rað, og teir eru triðfremst í deildini við 25 stigum. Teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, Grosuplje, ið hevur 29 stig.

 

Leygardagin 25. oktober spælir Triglav dyst á útivølli móti Dekani.