Havnarmenn eru av álvara við at ressast

8-mannafør: Tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag róðu seg til heiðursmerki á norðoyastevnu

Í vikuni fingu teir í Havnar Róðrarfelag eitt nýtt 8-mannafar. Tað nevna teir Tórsbáturin. Nýggi báturin er ikki fullriggaður enn. Tí mannaðu havnarmenninir í dag Gullbrand, sum er 8-mannafarið hjá fuglfirðinum. Hann er ikki mannaður við fuglfirðingum í ár, og tí bar tað til hjá Havnar Róðrarfelag at manna henda bátin í dag, meðan teir arbeiða við at rigga nýggja 8-mannafarið til.

 

8-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum áður hevur vunnið so nógv, eitur Ørvur. Hesin báturin var við í dag, og hann endaði á triðja plássi. Tað vóru tvær bátslongdir frá Tórsbátinum og aftur til Gøtu Trónd hjá róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunul og so var var tað nakað meiri aftur til Ørv.

 

At tvey 8-mannafør hjá HR standa seg væl ber kanska boð um, at tað ikki fer at vera so leingi, inntil nógv saknaði Havnarbáturin fer at vera aftur at síggja í kappingini millum 10-mannaførini.

 

Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at nýggi Gøtu Tróndur var við í kappingini. Gamli Gøtu Tróndur vann annars fyrstu FM kappingini millum 8-mannafør eftir tí leisti, sum tað fremvegis verður kappast eftir. Tað var í 1973.

 

Argjabáturin og Heiðabáturin vóru ikki aftari enn so, at tað er møguleiki fyri, at teir fara at vera í kappingini um heiðursmerkjapláss seinni í summar.

 

 

 

1 Tórsbátur 04.46.42

 

2 Gøtu Tróndur 04.51.31

 

3 Ørvur 04.59.02

 

4 Argjabáturin

 

5 Heiðabáturin