Liðið hjá Jónasi G. Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus og Leivi Mortensen, HC Keypmannahavn vann fyrr í dag triðja sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HC Keypmannahavn vann í dag í Bavnehøj Arena 33-27 á Odder. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Jónas skoraði fýra mál fyri heimaliðið.
HC Keypmannahavn liggur triðaftast í deildini við 11 stigum. Teir kunnu veruliga iðra seg um, at teir ikki eru komnir í gongd fyrr, tí teir hava fýra stig upp til liðið hjá Kjartani Johansen, Vendsyssel og Rækker Mølle, ið bæði hava 15 stig.
HC Keypmannahavn hevur fýra dystir eftir at leika, so nógv skal ganga rætt hjá teimum, um teir skulu sleppa av triðaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting aftaná lokna kapping.
Sunnudagin 8. mars klokkan 14 hevur HC Keypmannahavn dyst á útivølli móti Kolding, ið er næstfremst í deildini við 36 stigum.











