Hegseth vísir aftur at USA vil provokerar Iran

Hetta er eitt fyribils tiltak, nú amerikanarar verja olju- og farmaskip, so tey kunnu sigla trygt gjøgnum Hormuzsundið.

Sambært amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, er virksemið Project Freedom verjukent, og endamálið er at "verja ósek vinnulig skipaferðsla fyri iranskum álopum." - Mynd: Chip Somodevilla/Ritzau Scanpix

Tað legði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, dent á á tíðindafundi í dag í amerikanska verjumálaráðnum, skrivar Reuters.

Tiltakið hevur fingið heitið Project Freedom.

– Amerikonsku herdeildirnar nýtast ikki at koma inn í iranskt sjó-ella loftrúm. Tað er ikki neyðugt. Vit leita ikki eftir nýggjum bardaga, segði Hegseth.

Á tíðindafundinum luttók eisini amerikanski verjuleiðarin, Dan Caine.

Hann segði, at Iran hevur skotið níggju ferðir eftir sivil skipum og hevur hildið tveimum bingjuskipum aftur, síðani vápnahvíldin millum Iran og USA byrjaði 8. apríl.

/Ritzau/