– Nær fer landsstýriskvinnan at steðga ólógligu ognartøkuni av lendi og vatni í Heimastahaga-Norðaripartur í Skálavík?
Soleiðis spyr Kristian Krog Hentze, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í einum grein 52a fyrispurningi til Eyðdis Hartmann Nicalsen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum.
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Kristian Krog Hentze á, at Búnaðarstovan hevur tikið ræðið av festaranum í Heimastahaga-Norðaripartur, Skálavík, vísandi til § 1 í Lov nr. 172 av 1. maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m, fyri, at síggja til, at hjálpa Skálavíkar kommunu at ognartaka burturav Heimastahaga-Norðaripart, vísandi til Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir.
– Heimastihagi-Norðaripartur er samansettur av privatari og almennari ogn/festijørð.
– Upp á fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, svaraði táverandi landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum tann 3. mars 2026:
– ”Kommunur hava sambært § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir heimild til at taka privata ogn móti endurgjaldi, tá ognartøkan er neyðug til at fremja tey í góðkendari byggisamtykt ætlaðu tiltøk.
– Uttanríkis-og mentamálaráðið metir soleiðis ikki, at § 12, stk. 1 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir gevur kommunum heimild til at ognartaka almenna ogn ella festijørð”.
– Nú nærum tveir mánaðir eru gingnir síðan svarið frá landsstýriskvinnuni, eru ongi stig tikin til at rætta skeivleikan. Tí verður spurt, nær nýggja landsstýriskvinnan fer at steðga ólógligu ognartøkuni, spyr Kristian Krog Hentze.










