Vil hava at vita um Oyrarvegurin verður asfalteraður

Hermann Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spyr um asfaltering av Oyrarvegnum í Klaksvík.

 

Tað ger hann í einum grein 52a fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum

 

Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta asfaltering av Oyrarvegnum í nærmastu framtíð?

2. Um ja, nær kann væntast, at arbeiðið verður framt?

3. Um nei, hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera fyri at bøta um støðuna á hesum vegastrekki?

 

Í viðmerking til fyrispurningi vísir Hermann R. Samuelsen á, at Oyrarvegurin er ein landsvegur við nógvari dagligari ferðslu, har tung vinnuakfør koyra regluliga.

– Vegurin er í ringum standi, og tað er tískil ein átrokandi tørvur á ábótum á hesum vegastrekkinum.

– Henda farleið hevur stóran týdning fyri vinnulívið í økinum, men somuleiðis fyri borgararnar á Norðoyri, ið nýta vegin dagliga. Norðoyri er ein vaksandi bygd við einum vaksandi tali av barnafamiljum. Í nærmastu framtíð verður talan um tveir dagsstovnar í bygdini, og longu nú eru nógvar barnafamiljur, ið dagliga seta síni børn av har, sigur Hermann Samuelsen.

– Samanumtikið er talan um ein landsveg, sum hevur ógviliga tunga og nógva ferðslu, sigur hann.

Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara spurninginum.