Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, og fer tí frá í úrtíð.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur gjørt av at velja Hallu Nolsøe Poulsen til nýggja forkvinnu í Javnstøðunevndini.
– Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, takkar Bjørk fyri arbeiðið, hon hevur gjørt í Javnstøðunevndini og ynskir Hallu blíðan byr við framhaldandi arbeiðinum hjá Javnstøðunevndini, verður sagt í fráboðan frá Almanna- og mentamálaráðnum.