14 valevni stilla upp. Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember 2025 klokkan 16. Týsdagin 25. november klokkan 14 verður skipað fyri valfundi í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
– Á kunningarsíðu okkara um eldraráðsvalið kanst tú lesa um valevnini, og hvussu tú greiðir atkvøðu, skrivar Tórshavnar kommuna.
– Tú mást vera í minsta lagi 60 ár og vera búsitandi í Tórshavnar kommunu fyri at atkvøða. Hesaferð ber til at greiða atkvøðuna talgilt, og tað vil siga, at tú kanst greiða atkvøðu, har tú ert, og tá tú vilt. Tær tørvar bara Samleikan og snildfon ella teldu. Les niðanfyri, hvussu tú gert, skrivar kommunan.
Hesi stilla upp til eldraráðsvalið í Havn:
- Annemi L. Joensen
- Bergljót av Skarði
- Bjørn Elison
- Bozena Rasmussen
- Did Nicolajsen
- Ejler Johannesen
- Fríðálvur A. Jensen
- Ingrid S. Henriksen
- Jens Petur Jensen
- Jóhan Carl Dam
- Leivur Hansen
- Lissi Hansen
- Marin Rasmussen
- Marjun Poulsen











