Haldførar prentloysnir til føroyskar fyritøkur
Kyocera er kent um allan heim fyri álitandi og haldførar prentmaskinur, sum eru gjørdar til arbeiðspláss, har nógv verður prentað og skannað gjøgnum dagin. Maskinurnar eru bygdar við staklutum, sum halda leingi, og hetta viðførir bæði minni burturkast og lægri rakstrarkostnað.
“Vit hava valt Kyocera, tí vit vilja bjóða kundum okkara prentloysnir, sum rigga hvønn dag og sum samstundis eru góðar fyri umhvørvið. Sum føroyskt umboð taka vit okkum av allari ráðgeving, sølu og tænastu. Okkara sølu- og tænastufólk eru longu útlærd og góðkend av Kyocera, so kundar okkara kunnu altíð vænta sær røttu vegleiðingina og hjálpina.”
Við hesum samstarvi bjóðar Nema prentloysnir, sum eru bæði einfaldar, álítandi og lagaðar til føroyskan gerandisdag – sama um talan er um eina lítla skrivstovu ella størri virksemi.
##med2##
Kappingarførir byrjunarprísir
Nema hevur í løtuni góðar byrjunarprísir uppá Kyocera-printarar. Møguleiki verður eisini fyri at langleiga ávísar printarar fyri kappingarførar prísir og góðar treytir, um tørvur heldur er á tí.
Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið á Smyrilsvegi 5 í Havn at síggja úrvalið og fáa eina betri kenslu av, hvussu Kyocera-loysnirnar hjá Nema kunnu rigga hjá tykkara fyritøku.












