Russland ikki kunnað um Genéve-samrøðurnar

- Kreml fer ikki at umrøða nakrar smálutir í miðlunum um eina møguliga friðarætlan, sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov

- Russland hevur ikki fingið nakra almenna kunning um samrøðurnar í Genéve um eina friðarætlan fyri Ukraina.

 

Tað sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov.

 

Hann vísir á, at Kreml vil ikki umrøða nakrar smálutir í miðlunum um eina møguliga friðarætlan.

 

Talsmaðurin leggur aftrat, at enn eru ongar ætlanir um fundir millum amerikansk og russisk samráðingarumboð.

 

Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í dag.

 

Í gjár var nógv fundarvirksemi í Genéve um eina friðarætlan millum Ukraina og Russland, og her vóru samráðingarfólk úr bæði USA og Ukraina.