Tólv árstíðarsálmar

Tólv árstíðarsálmar eru tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt

Sálmarnir komu út á donskum í 2008 og eru nú tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl týddi sálmarnar til føroyskt, Páll Sólstein hevur gjørt løg til sálmarnar, og Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum.

 

Tað er Sprotin sum gevur bókina út. Forlagið skrivar at ætlanin at geva hesar 12 sálmarnar út í bók er rættiliga nýggj, men verkætlanin hevur verið drúgv. 

 

Alt byrjaði við, at “Aldubáran” í 2006 gav út fløguna “Glóð” við løgum eftir Páll Sólstein. Danska sálmaskaldið og presturin Lisbeth Smedegaard Andersen hoyrdi tónleikin og setti seg í samband við Páll at spyrja, um hann kundi gera løg til hesar 12 sálmarnar, sum hon kallar “De 12 årstidssalmer” – ein sálm til hvønn mánað í árinum. Hon sendi síðan Pálli eitt hefti við sálmunum, men tað var ikki fyrr enn í 2010, at hann fann tráðin til sálmarnar og íblástur til tey fyrstu løgini. Tá ið tey fyrstu fýra løgini vóru komin, fekk Páll tað hugskot at biðja Nicolinu Dahl at týða sálmarnar so hvørt, sum løgini vórðu gjørd, so at sálmarnir kundu syngjast bæði á donskum og føroyskum.  

 

Tann fyrsti sálmurin, ið varð týddur, er “Juli”. Tað var rættiliga torført at finna rætta stevið í hesum sálminum. Men Alex Sólstein hjálpti teimum. Hann sang sálmin nakrar ferðir ígjøgnum og kom við uppskotum soleiðis, at orðini fingust at hóska til lagið. “Juli” varð síðan framførdur til hátíðarkonsertina í sambandi við, at Christianskirkjan fylti 50 ár í juli 2013. Karl Martin Samuelsen sang, og brøðurnir Andras og Páll Sólstein spældu undir.  

 

Teir fyrstu fýra sálmarnir vórðu týddir um sama mundið, men síðan hevur long tíð gingið ímillum hvønn sálmin, tó at bæði týðari og tónaskald hava havt teir liggjandi og tikið teir fram so av og á. Tá ið helvtin var týdd, gjørdu vit av at halda á við at týða teir allar. Tann seinasti var “August”, har bæði orð og lag vóru liðug í januar 2022.  

 

Øll løgini eru gjørd eftir donsku útgávuni, og føroyski teksturin er komin aftaná.  

 

Tá ið týtt verður úr donskum um árstíðirnar, má eisini havast í huga, at tað, ið eyðkennir teir ymsu mánaðirnar og árstíðirnar, eru veðrið, litirnir, hitin í Føroyum ikki sum í Danmark. Í føroysku útgávuni eru teir fuglar og tær blómur, sum vit kenna her.  

 

Tað hevur verið sagt, at teir sálmarnir, ið vit brúka nógv og eru góð við, sum oftast taka støði í eini heilt aðrari tíð, einum landbúnaðarsamfelagi, sum nútíðin valla kennir. Lisbeth Smedegaard Andersen tekur støði í nútíðini og letur náttúruna og gerandislívið flætta seg saman við bíbliutekstirnar, soleiðis at teir verða viðkomandi fyri nútíðarmenniskju.  

 

Summir av sálmunum hava longu verið framførdir av ymsum tónleikarum til ymisk høvi, men hetta er fyrstu ferð, at øll verkætlanin er savnað.  

 

Sambindingarliðið millum týðara og tónaskald er systir Páls, Birgit sála, sum var vinkona Nicolinu. Birgit andaðist í 2008, og við hesari bók seta tey henni eitt felags minni. 

 

Birgit var djóralækni og arbeiddi alla sína yrkisleið fyri vælgerðarfelagsskapin PDSA í London. Hon hevði stóran alsk til djór, serliga kettur, men tey minnast hana eisini fyri hennara vøkru sangrødd og stóra áhuga fyri bókmentum, søgu og tónleiki.