Í gjár rendu tveir bilar saman í Kollafirði. Óhappið hendi, tá annar bilurin, sum kom úr Líðini, rendi saman við annan bil, sum koyrdi á landsvegnum norðureftir.
Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað sum løgreglan veit um nú, so hevði ein møguliga brotið hondina og annar hevði pínu í rygginum.
Hann sigur víðari, at enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til óhappið ella hvør ið hevði skylduna, tí fleiri avhoyringar skulu gerast. Vitni, sum hava sæð tilburðin, skulu avhoyrast, og annar bilur, sum var partur av óhappinum. So enn er eingin skuldsettur í málinum, sigur vaktleiðarin.
Náttin hevur annars verið friðarlig hjá løgregluni. Onkur skutari er tikin, sum skal kannast nærri, sigur vaktleiðarin.











