Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock høvdu fríggjakvøldið ein torføran dyst í bestu pólsku fótbóltsdeildini.
Teir høvdu dyst á útivølli á skránni móti oddaliðnum, Gornik Zabrze, ið hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum.
Dysturin í Zabrze endaði tó við javnleiki 1-1. Tá ein stórur tími var leiktur legði Łukasz Sekulski Wisla Plock á odda 1-0. Heimaliðið javnaði til 1-1 eitt korter seinni.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##











