Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg fari at halda nýggjár heima hjá foreldrunum, har vit plaga at eta lekran mat, og hesaferð ger stórasysturin eisini kransakaku.
Tað sigur 22 ára gamla, Miriam í Grótinum.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað var at vinna trý gullheiðursmerkir á Oyggjaleikunum í Orknoyggjunum - í einmansleiki, tvímansleiki og í blandaðum tvímansleiki í badminton.
Og hvat var tað keðiligasta?
- At vinna silvur fyri lið á Oyggjaleikunum og soleiðis ikki at endurvinna gullið, sum vit gjørdu á Guernsey í 2023.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg havi vónir um eitt gott ár við nógvum góðum upplivingum, eitt nú, at vit skulu klára okkum væl við badmintonlandsliðnum í Small States-kappingini, sum verður í Føroyum í november.
##med2##
Hon sigur, at her fara væntandi fleiri enn 10 smátjóðir at luttaka, og hetta verður tí ein góð upphiting til OYL í Føroyum á sumri 2027.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, eg elski at geva eitt nýggjárslyfti. Í 2026 vil eg gjarna gjøgnumføra ein Ironman 70.3, sigur óføra ítróttafólkið, Miriam í Grótinum, nú við ársenda.











