Tíðindaskriv, Fróðskaparsetrið:
Hevur tú áhuga í at hjálpa Máltøknideplinum á Fróðskaparsetri Føroya at betra um føroyska teldutýðing, so er at koma í Kongshøll mánadagin, har týðingarpallurin Umsetur verður lagdur fram.
Á pallinum kanst tú týða tekstir úr enskum til føroyskt, meta um týðingarnar og gera broytingar, sum verða brúktar til at læra vitlíki betri føroyskt mál.
Íkast frá brúkarunum er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Máltøknideplinum at menna eina tænastu, sum tekur støði í veruligari føroyskari málnýtslu.
Títt íkast hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu føroyskt verður myndað av talgildum amboðum nú og í framtíðini, so kom í Kongshøll mánadagin 9. februar klokkan 15:00, har tú lærir, hvussu lætt tað er at gera mun í hesum sambandi.
Øll eru vælkomin











